- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Tað er fyri at skapa kjak um etik og vælferðartøkni, at etiska ráðið og sjúkrarøktaetiska ráðið saman skipa fyri einum tiltaki, har hugtakið verður tikið upp úr ymsum sjónarhornum.
- Tað er ikki so, at vit sita og bíða eftir, at tøknin skal vinna sær veg inn í vælferðina, tí hon er langt siðan komin, sigur Anne Mette Greve Klemensen, forkvinna í etiska ráðnum, tá hon verður spurd um orsøkina til tiltakið. Alt frá linnandi lutum til fólk við demensi til armbond til teirra, sum ikki sleppa upp aftur, um tey detta, koma inn undir heiti vælferðartøkni, sum longu verður nýtt.
- Eitt, sum sjálvandi eisini fyllir nógv, bæði hjá brúkarum, avvarandi og starvsfólkum, er hetta við teimum heitu hondunum. Tí tað skal helst ikki vera so, at tøknin kemur í staðin fyri menniskju, men heldur, at tøknin hjálpir starvsfólkum at geva eina so góða umsorgan sum gjørligt, sigur Jana Mortensen forkvinna í sjúkrarøktaetiska ráðnum.
Tiltakið verður í Smæruni í dag frá klokkan 13 til 16, og øll eru vælkomin.
Eisini verða framløgurnar at síggja á heimasíðuni hjá sjúkrarøktaetiska ráðnum.