Góðan morgun Føroyar

Lata upp barsils-kafé í Havn
08-06-2022
- Hetta verður eitt stað, har tú hittir onnur foreldur, sum eru í somu støðu, siga Jeannett Djurhuus og Rannvá Patursson.

Eitt kaffihús til tey foreldrini, sum eru í barsli.

- Eg havi búð í Danmark í 10 ár, og tær báðar ferðirnar, eg havi verið í barsli, havi eg brúkt sokallaðu barsils-kaféirnar sera nógv. Og eingin tílík er í Føroyum.

Soleiðis sigur Jeannett Djurhuus, sum saman við Rannvá Patursson seinni í summar letur upp ta fyrstu barsils-kaféina av sínum slagi í Tórshavn.

- Hetta verður eitt stað, har børnini kunnu spæla á gólvinum, tað verða góðar umstøður at geva børnunum at eta og skifta teimum, sigur Rannvá Patursson.

Í morgunsendingini greiða tær báðar frá hugskotinum at lata upp eina barsils-kafé.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024