Góðan morgun Føroyar

Indarar elska Trøllabeiggja
08-06-2022
Við sær í viðførinum høvdu Gudmund Helmsdal og Nicolaj Falck hópin av virðislønum, tá teir komu heim av ferð í India

Hann kom, hann sá og hann sigraði, kanní stuttum sigast um ferðina hjá Trøllabeiggja í Mumbai, har filmurin, leikstjórin og ein av høvuðsleikarunum tóku lut í Mumbai Interational Film Festival 2022.


Trøllabeiggi vann virðislønina fyri besta stuttfilm, og sjálvt um tað als ikki er fyrsta virðislønin, sum filmurin hevur vunnið, so var hetta ein av teimum heilt góðu, heldur Gudmund Helmsdal, leikstjóri.


- Tað var fantastiskt, tí hetta er so stórt har yviri, og festivalurin er ein av teimum størstu í heiminum, tá tað snýr seg um stuttlfilmar.

Filmurin hevur verið vístur á 104 festivalum og virðislønirnar fara at tátta í tær hundrað eftir hondini, og fleiri teirra hevur Nicolaj Falck vunnið fyri sín sjónleik.

- Eg kann ikki siga annað, enn at tað hevur gjørt meg sera sjónligan, og eg havi tosað við nógv fólk, sum hava víst mær áhuga, sigur Nicolaj og vónar, at okkurt ítøkiligt stendst burturúr.

Eisini leikstjórin merkir týðiliga ágóðan av at filmurin er kendur nógvastaðni, og hann hevur eisini fingið tilboð um samstarv úr ymsum ættum, sum hann uttan iva kann nýta gott av í sínari nýggju verætlan, sum hann tó ikki vil siga ov nógv um enn.

Men nær fáa føroyingar so aftur møguleika at síggja Trøllabeiggja?

- Hann skal síggjast í biografinum, tí tað er tað hann er gjørdur til, og um áhugin er til staðar, so vísa vit hann sjálvandi, sigur Gudmund við einum brosi.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024