- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Í 2020 vunnu Impartial Wacken Metal Battle Føroyar. Tí skuldu teir sleppa til Týsklands at spæla á stóra tungmálmsfestivalinum Wacken sama ár, men korona syrgdi fyri, at hetta varð útsett. Og korona er eisini orsøkin til, at Impartial nú skipar fyri stuðulskonsert fríggjakvøldið.
Yvirskotið av konsertini skal fíggja túrin til Týsklands í summar - ein ferð, sum vinnarin av Wacken Metal Battle Føroyar vanliga fær goldna, men korona hevur syrgt fyri, at tað ikki ber til.
Men Jákup Olavsson og Bárður Eyðbrittarson úr Impartial siga, at teir ætla sær at leggja nógv fyri at sleppa avstað, og sleppa teir tað, sleppa teir eisini at spæla fyri túsundtalsáhoyraranum.
Stuðulskonsertin fríggjakvøldið 10. juni. verður í Perluni Havn. Umframt Impartial spæla RSP og Marius DC eisini í Perluni hetta kvøldið.