Góðan morgun Føroyar

Fólk fara væl um fornminnini
10-06-2022
Sjálvt um flest øll staðsettu føroysku fornminnini eru alment atkomunlig, so kemur tað nærum ikki fyri, at nakar ger seg inn á tey.

- Einaferð hevði onkur ritað grafitti á skansan, men annars haldi eg ikki, at tað hevur verið nakað nevnivert av tílíkum, sigur Helgi Michelsen, sum er savnsvørður á fornfrøðideildini hjá Fornminnissavninum.

Annars var onkur, ið bar ótta fyri, at ein steinur, ið myndaði høvdið á Ólavi kongi, varð stolin úr múrinum í Kirkjubø, men tað vísti seg, at høvdið var brotnað av, og var í tryggum hondum á Tjóðsavninum.

- Fòlk eru røsk at siga okkum frá um tey síggja okkurt. Eisini tey, ið nýta metaldetektorar og finna ymiskar gripir, siga okkum frá, so vit kunnu meta um lutirnar. Tíbetur eru tey flestu av hesum amatørarkeologar, so tey hava áhuga í at verja varveita tað, tey finna.

Helgi Michelsen sigur víðari, at fólk síggja fornminni í nærumhvørvinum sum ein part av sínum samleika, sum tey tí fara væl um.

Her ber til at síggja eina 3D mynd av høvdinum, gjørd við nýggju tøknini, sum Tjóðsavnið nýtir til steinarnar úr múrinum í Kirkjubø

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024