Góðan morgun Føroyar

Tað, tú ikki kanst tosa við onnur um
16-06-2022
Hvørja ferð Gentuvesið er í luftini, tikka nógvar tvístøður inn á ymsu pallarnar, har tikið verður ímóti.

- Eg haldi, at tey, sum skriva inn, ofta ikki vita, hvønn tey kunu tosa við, ella kanska vita tey ikki, hvussu tey skulu tosa um ting, sum eru flóvislig ella trupul, sigur Annika Dalsgaard, sum er ein av vertunum á Gentuvesinum.
Hálvtrýss partar eru gjørdir av sendingini, sum nú fer í summarfrí, men vertirnir lova, at tær vera aftur eftir frítíðina.

Tað heila byrjaði á ungdómspallinum Biit, men tá Gentuvesið fekk pláss í útvarpsskránni í summarfrítíðini, gjørdist pallurin brádliga nógv størri.

- Tá vit fluttu yvir í útvarpið, gjørdust vit meira tilvitaðar um, hvat vit søgdu, tí nú vóru vit brádliga inni í stovuni ella í bilinum hjá fólki, uttan at tey aktivt høvdu valt okkum til, sum man annars ger, tá mann vil hoyra poddvarp, sigur Rannvør Fríða Eyðunsdóttir.

Um medvertirnar, sum eru skiftandi, siga tær, at hesi eru við fyri at fáa onnur sjónarhorn við eisini, sum gjarna mugu vera øðrvísi enn teirra egnu.

- Oftast lata vit tey um at geva ráð, men um okkurt er, sum vit halda manglar, so siga vit eisini okkara hugsan, leggja tær afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024