Góðan morgun Føroyar

Tveir av teimum bestu hava gjørt plátu saman
17-06-2022
Tónleikararnir Jan Rúni Poulsen og Mattias Kapnas hava við bólkinum Konsørn givið út plátu og hava útgávukonsert í kvøld.

Teir eru báðir kendir frá ymiskum tónleikabólkum. Mattias Kapnas er júst afturkomin av konsertferð við Eivør og Jan Rúna Poulsen kenna við eitt nú frá bólkinum Hogni, men teir hava eisini spælt við fleiri øðrum bólkum og orkestrum - eitt nú Føroya Symfoniorkestri.

Mattias og Jan Rúni hava eisini samstarvað í ymiskum verkætlanum, men hetta er fyrsta ferðin, at teir spæla egnar kompositiónir sum duo.

Tónleikurin hjá Konsørn er instrumentalur og eyðkendur av einari leitan eftir klangum og samljóðum millum ymisk sløg av klaveri og slagverki.

Fimm verk eru á nýggju plátuni, sum eitur 1418 og útgávukonsertin verður í Auluni í Finsen í Havn klokkan 20.00 í kvøld, fríggjakvøldið 17. juni.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024