- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Alzheimerfelagið hevur, við góðari hjálp frá stuðlum, fingi til vega eina app, har til ber at finna kunning um nógv ymisk viðurskifti, ið hava við demens og demenssjúkur at gera.
- Har hevur ikki verið nakað stað, tú kanst finna føroyska kunning, um tú til dømist hevur varhugan av, at onkur hevur eina demenssjúku, sigur Ann-Mari Jensen, forkvinna í alzheimerfelagnum.
Í appini kanst tú lesa um hvørji tekin eru um byrjandi demens, avbjóðingar, ið kunnu stinga seg upp við mati og drekka, um samskifti bæði við demenssjúk og avvarandi og ymiskt annað.
- Appin hevur verið okkum góð, og vit hava brúkt hana nógv, sigur Hilmar Augustinussen, ið er avvarandi til demensrakt.
- Hon er serliga góð í byrjanini, tá tú ikki veitst nakað. Hjá fólki, sum hava varhugan av, at onkur í familjuni kanska hevur fingið slíka sjúku, heldur hann fram.
Appin er at finna á Appstore hjá Apple og Playstore hjá Android, og um tú leitar eftir 'demensur' kemur appin 'Kunning um demens' fram.