Góðan morgun Føroyar

SIC takkar fyri seg
20-06-2022
Á seinastu konsertini hjá tungmálmsbólkinum SIC fer sonur Mikkjal Gaard Hansen, sála, at syngja.

Tá G! Festivalurin verður um hálvan juli, fer tungmálmsbólkurin SIC at hava sína seinastu framførslu nakrantíð.

Framførslan verður serstøk, tí tá fer Bartal Simonsen, sonur oddamannin í SIC, Mikkjal Gaard Hansen, sála, at syngja.

- Tað er spennandi at skula hava hesa konsertina, men samstundis eisini sera rørandi, sigur Eddi Jacobsen, sum stovnaði bólkin í 2002.

Í næstum fara limirnir í bólkinum av álvara í gongd við at venja til framførsluna, sum verður hóskvøldið á G! Festivalinum.

- Seinastu tíðina havi eg lurtað nógv eftir sangunum og hugt eftir videoupptøkum, og nú gleði eg meg nógv til at fara á pallin, sigur Bartal Simonsen.

Í morgunsendingini fortelja Magnus Elisson, Eddi Jacobsen og Bartal Simonsen um hesa seinastu konsertina.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024