Góðan morgun Føroyar

Svanhild sniðgevur modernaðar rotuskógvar
21-06-2022
- Eg havi altíð verið hugtikin av rotuskónum frá ommu, og tí vildi eg royna at gera einar, sum eisini kunnu brúkast úti, sigur Svanhild Strøm, sniðgevi.

Rotuskógvar.

Tey flestu hugsa ivaleyst í dag, at rotuskógvar hoyra til á einum fornminnissavni.

Men so er ikki hjá Svanhild Strøm, sum býr og arbeiðir í Noregi, har hon er sniðgevi.

Svanhild Strøm er so mikið hugtikin av rotuskóm, at hon í næstan tvey ár hevur arbeitt við at sniðgeva modernaðar, føroyskar rotuskógvar til kvinnur.

- Rotuskógvar eru behagiligir at vera í, og so haldi eg, at teir rigga serstakliga væl til føroysk klæðir. Tí valdi eg at gera einar modernaðar rotuskógvar, sum eisini kunnu brúkast úti, sigur Svanhild Strøm.

Í morgunsendingini greiðir Svanhild Strøm frá hugskotinum um modernaðar rotuskógvar.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024