Góðan morgun Føroyar

KFUK 100 ár: Tíðarlummin í Havn hevur ongantíð verið meira viðkomandi
23-06-2022
Fleiri keyparar hava víst søguliga stórmanshúsinum hjá KFUK í Havn áhuga. Men húsið er ikki til sølu, siga tær í KFUK, sum fyllir 100 ár.

At stíga inn í KFUK-húsið omanfyri Rabarbukvarterið í Havn er sum at leypa 100 ár aftur í tíðina.

Fyrrverandi stórmanshúsið hjá bretska konsulinum er ikki bara ein tíðarlummi arkitektoniskt; virksemið har inni er eisini at kalla óbroytt hesi árini.

Í ár eru 100 ár síðani, at nakrar kvinnur settu KFUK í Havn á stovn og keyptu stórmanshúsið frá bretsku stjórnini.

Síðani tá hevur KFUK-húsið verið karmur um bíbliutímar, bønarløtur, konfirmantaveitslur, fyrilestrar og skótavirksemi.

Fyri ikki at gloyma genturnar, sum eru slopnar at gista á ovasta lofti.

Áhugi fyri at keypa KFUK-húsið

Og soleiðis sær virksemið stórt sæð út - eisini í dag.

Tó so. Okkurt er broytt. Limafundirnir eru vorðnir almennir fyri øll. Menninir sleppa eisini í part - partvíst; teir sleppa ikki at gista á ovasta lofti.

Eyðkennini fyri virksemið hjá KFUK eru tó tey somu: Kristindómur, felagsskapur, kvinnurørsla, persónlig menning og umhvørvi. Hetta eru alt evni, sum eru vorðin alsamt meira viðkomandi seinnu árini.

Eisini húsið er vorðið meira áhugavert seinnu árini.

Fleiri fólk hava vent sær til nevndina at vita, um húsini eru til sølu; men higartil eru tey farin tómhent heim aftur. Tí húsið er ikki til sølu, sigur leiðslan í KFUK.

Vit hava vitjað KFUK-húsið í samband við, at felagsskapurin í summar hátíðarheldur 100 ára føðingardagin.

Vit hava hitt Nicolinu Højgaard, forkvinnu, og Louisu Niclasen Hansen, leiðara í KFUK.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024