- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ólavsøkuframsýningin vekir ans
25-07-2022
Danir og føroyskir útisetar í Danmark mynda meginpartin av Ólavsøkuframsýningini í ár. Fyriskipararnir vilja royna okkurt nýtt.
Kennir tú hesi listarfólkini?
Johan Deckman,, Simon Fensholm, Stinne Bo, Jesper Dahl "Jokeren", Anders Reventlov, Jacoba Niepoort og Claus Bohn?
Neyvan. Og tí vekir tað eisini ans, at júst hesi útlendsku nøvnini eru sloppin at sýna fram á árligu Ólavsøkuframsýningini í Listasavninum.
Harumframt eru tríggir føroyingar við - tveir útisetar - Alda Mohr Eyðunardóttir og Eivør Pálsdóttir - og ein dani, sum er blivin føroyingur - Ole Wich.
Bárður Dal Christiansen, fyriskipari, greiðir frá, hví luttakaralistin sær soleiðis út, sum hann ger.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024