Góðan morgun Føroyar

Nú ber til at bóka sær tíð til blóðroynd ella EKG á Landssjúkrahúsinum
05-09-2022
Hvønn dag taka eini 150-200 fólk eina blóðroynd ella EKG á Landssjúkrahúsinum, og til nú hava fólk tikið eitt nummar og sett seg tolin at bíða eftir tørni.

Mong kenna tað aftur at sita á laboratoriinum á Landssjúkrahúsinum og bíða eftir at taka blóðroynd. Viðhvørt hevur løtan verið drúgv.

Í juli varð nýggj bíleggingarskipan tikin í nýtslu, so nú kanst tú sita við hús og biða tær tíð til blóðroynd ella EKG á rannsóknarstovuni á Landssjúkrahúsinum.

- Skipanin gevur fólki møguleika at bíleggja sær eina tíð, sum passar teimum, og so sleppa tey undan at bíða í hálvan til ein tíma, eftir at sleppa fram at, sigur Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, leiðandi bioanalýtikari á Rannsóknarstovuni.

Bílegging fer fram á sama hátt, sum nýtt var til koppseting og koronukanningar. Hon er skipað soleiðis, at tá ein hevur bílagt sær tíð í skipanini, verður eitt bókingarnummar sent við SMS. Tá komið verður á LS at taka blóðroynd, skal ein skráseta seg við bíleggingarnummarinum á einum skermi, sum stendur við inngongdina til blóðroyndarhølið.

 

Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, leiðandi bioanalýtikari á Rannsóknarstovuni, við nýggju bíleggingarskipanina

 

Ber eisini til at koma til blóðroynd uttan at bíleggja sær tíð

- Tað ber sjálvandi eisini til at møta upp sum áður, uttan at hava bílagt sær tíð, og taka sær eitt nummar og seta seg at bíða, sigur Birita.

Av tí at skipanin hevur verið roynarkoyrd síðan juli, hava tey ikki reklamera so nógv fyri henni, men nú er ætlanin at fáa fleiri og fleiri fólk at brúka hana.

- Hon hevur riggað væl, tó so, tað kunnu enn verða onkrar barnasjúkur, sigur Birita Kristoffursdóttir Samuelsen, leiðandi bioanalýtikari á Rannsóknarstovuni.

Leinki at bíleggja sær tíð til blóðroynd

 


Nýggja bíleggingarskipanin uttanfyri nýggju bíðuhølini til blóðroyndir og EKG. (Mynd: LS)

 

Flutt aftur í høvuðsbygningin á LS

Leggjast kann afturat, at blóðroyndirnar verða nú tiknar í høvuðsbygninginum á Landssjúkrahúsinum, í nýggjum stásiligum hølum til høgru fyri leiðbeiningina í forhøllini og ikki longur í bláa bygninginum hinumegin vegin. Flutt var inn í nýggju hølini í vár.

Lurta eftir samrøðuni við Birita Kristoffursdóttir Samuelsen.

Meira kunning fæst HER

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024