Góðan morgun Føroyar

Alt ger mun!
06-09-2022
Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum hevur sítt egna vatnorkuverk í ánni, sum rennur fram við húsunum, og við tí fær húskið grøna orku til bæði hita, streym og elbil.

Umhvørvið hevur altið ligið frammaliga í huganum hjá Ólavi Poulsen, sum bæði hevur verið virkin í FNU og hevur sítt egna vatnorkuverk við hús.

- Vit hava skyldu til at gera tað vit kunnu, fyri at royna at geva eina liviliga verð til okkara eftirkomarar, so tey ikki brigsla okkum fyri bara at brúka og brúka, sigur hann.

Ólavur setti fyrsta verkið upp í 2014, men sá skjótt, at tað ikki gagnnýtti orkuna í nóg stóran mun, so fýra ár seinni keypti hann eitt størri, sum nú letur streym til húsið umframt nóg nógva orku til fýra hús á netinum hjá SEV. Verkið er, sum tað einasta privata, knýtt í netið hjá SEV, soleiðis at tann orkan, ið Ólavur ikki nýtir, verður gagnnýtt har í staðin fyri at fara burtur.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024