Góðan morgun Føroyar

Ung sova ov lítið
06-09-2022
Kanningar vísa, at vantandi svøvnur gongur út yvir kropsligu og sálarligu heilsustøðuna hjá teimum ungu.

Vit menniskju hava í dag stórar heilsuavbjóðingar, tí vit hava broytt atferð, tá ið tað ræður um heilt grundleggjandi menniskjaligar tættir; eitt nú rørslu, kost og svøvn. Vit røra okkum ov lítið og hava sum heild minni góðar kostvanar. Harumframt sova vit ov lítið, og hesir tættir tykjast eisini at hanga saman.

Nýggj gransking vísir m.a., at unga ættarliðið hevur stórar avbjóðingar, tí tey ikki sova nóg mikið.

 

2/3 av teimum ungu eru ikki úthvíld

Føroysk kanning vísir, at av teimum í aldrinum 16-24 ár, svaraðu umleið 70%, at tey ikki sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg hvíld dagin eftir.

 

SMS frá lurtara:
Eg sovi 7 tímar vikudagar og 8-9 tímar um vikuskiftið.
SMS frá lurtara:
Vakni ofta gjognum náttina og ofta sovni eg ikki beinanvegin. Veit ikki nær eg kann siga, at eg eri vaknað um morgunin og havi følt meg úthvilda.
Men eg royni at fylgja ráðunum hja svøvnserfrøðingunum.
Hava eina fasta rutinu nær eg fari i song.
Ikki drekka koffein seint.
Og klári eg ikki at sovna, ja so fari eg upp og geri okkurt inni, inntil eg blivi troytt

 

Tá ið tey vórðu spurd í kanningini, hvørjar orsøkirnar vóru, at tey ungu í Føroyum ikki sova nóg mikið, svaraðu 76% av teimum ungu monnunum og 65% av ungu kvinnunum, at tey fóru ov seint í song, tí tey brúka fartelefon, teldu, teldil ella sjónvarp fyri songartíð.

 



Instagram kanning, sum GMF gjørdi í morgun á sínum vanga. Hetta er ikki ein vísindalig kanning, men vísir bara eina løtumynd millum lurtararnar hjá GMF ein týsmorgun í september. Men úrslitið samsvarar við aðrar kanningar.

 

SMS frá lurtara:
Eg kann ikki minnast, nær eg síðst havi sovið 8 tímar mitt í viku, tað eru nógv ár síðani. Eg sovi sjáldan meiri enn 4-5 tímar um náttina.
Men um vikuskiftið sovi eg millum 10-12 tímar, um eg ikki havi nakað at fara upp til. Men tað resulterar so í, at eg havi tað ógvuliga trupult við at sovna sunnukvøld. So tá ið eg fari til arbeiðis mánamorgun, tá havi eg sjáldan sovið meira enn 1-2 tímar.

 

Týdningurin av nøktandi svøvni
Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, gera tað trupult at hugsavna seg og somuleiðis ávirka okkara heilsuatferð neiliga. Ov lítið av svøvni í eitt longri tíðarskeið kann hava neiligar fylgjur fyri okkara immunverju og kann økja um vandan fyri fleiri ymiskum sjúkum, eitt nú hjarta- æðrasjúkum og diabetes. Tí er tað ræðandi, at tað eru so nógv ung, ið siga seg sova ov lítið. Svøvnur, sálarlig heilsustøða, kostvanar og rørsla hanga saman, soleiðis at sálarlig javnvág, ein kropsliga virkin gerandisdagur og skilagóðir kostvanar fremja góðan svøvn. Hinvegin ger vánaligur svøvnur, at sálarliga heilsustøðan versnar, yvirskotið til at vera virkin og hava góðar kostvanar minkar, so talan er um eina ringa ringrás, um vit ikki sova nóg mikið og nóg væl.

 

 

Myndil, ið vísir prosentpartin av teimum, sum siga seg ikki sova nóg mikið, tí tey fara ov seint í song vegna nýtslu av skíggja. Býtt upp í aldur og kyn. (Mynd: Fólkaheilsuráðið)
 

SMS frá lurtara: 
Svøvnur er ikki bara svøvnur, tú kann sova djúpan svøvn og lættan svøvn og hesi bæði geva ikki somu hvild, ella okkurt til dagin sum koma skal.
Heilsan Psykoterapeuturin.

 

Góð og einføld ráð til betri svøvn

Fólkaheilsuráðið hevur nøkur einføl skíggjaráð:

  • Avmarka skíggjanýtsluna
  • Et uttan skíggja
  • Tosa við onnur uttan skíggja
  • Hav eygnasamband við tey, sum tú tosar við
  • Ver ein góð fyrimynd
  • Far í song uttan skíggja
  • Ger reglur fyri skíggjatíð
  • Ver saman við børnum, tá ið tey brúka skíggja.

Lurta eftir samrøðuni við Gittu Klein og Snorra Patursson um vantandi svøvn og skíggjaráð.

Leinki til skíggjaráð og gransking um skíggjanýtslu

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024