Góðan morgun Føroyar

- Himalaya er alt eg kann ynskja mær
07-09-2022
Rebekka Dahl Thomsen hevur ongantíð angrað, at hon í 2016 gavst við hægri lesnaði og legði á annan bógv

At geva heldur enn at fáa. Hetta er í stóran mun hugsjónin, sum Rebekka Dahl Thomsen hevur livað eftir, síðani hon í 2016 gavst við universitetslestrinum.

- Um eg selji meir enn onkur annar, er eitt sindur líkamikið hugsaði hon.

Í løtuni er hon í Nepal, har hon undirvísir í yoga. Men eisini hevur Rebekka eitt stórt hjartamál - at hjálpa børnum, sum eru komin illa fyri.
 


Í Nepal er støðan tann, at um fólk, ið eiga børn, skulu í fongsul, verða børnini send við, um eingin í familjuni kann taka sær av teimum.

Tað hevur havt nógvar syrgiligar lagnur við sær.

Í dag er ein felagsskapur, sum hjálpir hesum børnum. Tíggju hús eru kring alt Nepal, har børnini kunnu búgva og fáa eina góða tilveru. Tey ganga í skúla og fáa útbúgvingar.



Rebekka Dahl Thomsen hevur sjálv sæð, hvønn mun hesin felagsskapurin kann gera. Tí heitir hon nú á føroyingar, sum hava hug og møguleika til tess, at veita eina hjálpandi hond.

Ein møguleiki er at gjalda eina upphædd og síðani fara eina mánað til Nepal at arbeiða á einum heimi.

- Hetta er ikki fyri øll, viðgongur Rebekka Dahl Thomsen. Her gera øll alt saman. Fólk liva og virka í felag. Tó er hetta ein frálíkur møguleiki hjá teimum, ið vilja fáa eitt annað sjónarhorn og eisini læra at virðismeta tað, sum vit hava í Føroyum.



Umstøðurnar eru góðar og tryggar, og fólkini eru ikki bara góð við børnini, tey eru eisini ógvuliga góð við tey vitjandi.

Á hesum leinki ber til at kunna seg meira um møguleikar at stuðla arbeiðinum í Nepal.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024