Góðan morgun Føroyar

Eg eri ikki eg á donskum
08-09-2022
Tá ið tey ungu flyta til Danmarkar í lestrarørindum, er málið ein forðing, bæði fyri luttøku í undirvísing og í sosialum samanhangum

Tað var ikki fyrr enn Sadie Sigurrós Vang Niclasen hoyrdi ein vinmann siga, at hann ikki kendi seg sum seg sjálvan, tá ið hann tosaði danskt, at hon fann útav, at hon ikki var einsamøll við hesari kensluni.

Frá at hava klárað seg væl bæði í skúla og sosialt gjørdist Sadie tann stilla, sum ikki rætti hondina upp, sum hon plagdi, tí hon skuldi fyrst týða úr føroyskum til danskt í høvdinum, og so aftur kekka, at tað, hon ætlaði at siga, var rætt. Tá var løtan sum oftast farin, og samrøðan hevði flutt seg víðari.

Sadie hevur í hesum døgum eina grein á politiken.dk, har hon hugleiðir um, at tað er trupult at passa inn í Danmark, tí danir ganga útfrá, at hon er eins donsk og tey, og at tey ikki vita nakað serligt um munirnar millum føroyingar og danir, og harvið eisini millum Føroyar og Danmark.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024