Góðan morgun Føroyar

Handilstenn, stevningar og ringar enda í handlinum
13-09-2022
- Fólk gloyma javnan at tøma lummarnar, tá tey lata klæðir inn, og tí hava vit nógvar lutir liggjandi, sum bíða eftir eigarunum, sigur Winnie H. Andreasen frá Blákrossbúðini.

Í farnu viku fingu tey í Blákrossbúðini í Niels Finsens gøtu í Havn ein lítlan hvøkk, tá tey fóru undir at sortera klæðir, sum fólk høvdu latið til handilin.

Í einum buksum lógu einar handilstenn. Og síðani hava starvsfólkini roynt at fingið handilstenninar til rætta eigaran aftur. Tó uttan eydnu.

At fólk gloyma at tøma lummarnar á pløggunum, tey lata Bláakrossi, er als ikki óvanligt.

- Vit finna alt møguligt í lummunum. Til dømis privat pappír, stevningar, giftingarringar og nógv annað, sigur Winnie Hentze Andreasen, sum arbeiðir í Blákrossbúðini í Havn.

Í morgunsendingini fortelur Winniew Hentze Andreasen um serligu upplivingina, tá tey í handlunum funnu einar handilstenn í einum buksulumma.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024