Góðan morgun Føroyar

Gigni bjóðar telefonráðgeving um bróstageving
13-09-2022
- Ein lítil avbjóðing kann blíva til ein stóran trupulleika, um tú ikki fært røttu ráðgevingina rættstundis, sigur Durita Restorff, heilsufrøðingur.

- Vit uppliva, at foreldur hava brúk fyri hjálp og vegleiðing eisini uttan fyri okkara vanligu arbeiðstíð, og tí vilja vit nú gera eina roynd at veita ráðgeving um vikuskiftið.

Soleiðis sigur Sólrun Foldbo, sum er fakligur stjóri á Gigni.

Síðani 1. september hevur Gigni bjóðað telefonráðgeving um bróstageving og annað, sum hevur við pinkubørn at gera.

- Tørvurin er heilt avgjørt til staðar, tí vit síggja í okkara arbeiði, at serliga í sambandi við bróstageving er tað av stórum týdningi, at foreldur fáa góð ráð og hjálp, so skjótt ein trupulleiki stingur seg upp. Tað vísir seg, at ein lítil avbjóðing kann blíva til ein stóran trupulleika, um tú ikki fært røttu ráðgevingina rættstundis, sigur Durita Restorff, sum er heilsufrøðingur og serútbúgvin í bróstageving.

Í morgunsendingini fortelja tær báðar um nýggja tilboðið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024