Góðan morgun Føroyar

Vilja gera kvinnurnar í kommununi sjónligari
14-09-2022
Tað eru so nógvar kvinnusøgur, sum ikki eru sagdar alment. Hetta hevur bólkurin, Kvinka, sett sær fyri at gera nakað við

8. mars í ár hittust nakrar kvinnur í Sunda kommunu.

Tær samdust um at seta sjóneykuna á kvinnurnar í bygdunum. Hetta var spírin til bólkin, Kvinka.

Í samband við mentanardagar í Sunda kommunu hava tær gjørt eina framsýning, sum eitur Gerandishetjur úr Hvalvík og Streymnesi.

Talan er um eina framsýning, ið fortelur søgur hjá kvinnum úr Hvalvík og Streymnesi.

Fyriskipararnir hava tosað við kvinnur og skrivað teirra søgur.

Eisini hava tær biðið døtur og ommudøtur skriva okkurt um ommurnar ella mammurnar.

- Vit vilja fegin fáa niðurskrivað søgurnar hjá so nógvum sum gjørligt, tí allar søgurnar eru áhugaverdar og siga nógv um tíðina, hesar kvinnur hava livað í, siga Ingibjørg Egholm og Ebba Marianna Joensen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024