Góðan morgun Føroyar

Ílegur ávirka sjúkugongd
19-09-2022
- Okkara ílegur hava eina ávirkan á, hvussu sjúk vit blíva av koronu, sigur Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen.

Nógvir føroyingar hava havt koronu seinastu tvey árini.

Men hví er tað so ymiskt, hvussu hart tey verða rakt, og hvussu leingi tey eru sjúk?

Svarið kann millum annað finnast í okkara ílegum.

- Ílegurnar serliga í sambandi við immunverjuna hava týdning fyri sjúkugongdina, eins og vit høvdu roknað við, og hetta er vitan, sum vit kunnu byggja víðari á, sigur Noomi Gregersen, verkætlanarleiðari á FarGen.

Hetta hava tey á granskingarstovninum, FarGen, kannað.

- Vit vildu vita, hví tað er so ymiskt, hvussu sjúk fólk blíva, og um ílegurnar kunnu spæla ein leiklut í hesum sambandi, sigur Noomi Gregersen, og vísir á, at slíkar kanningar eru eisini gjørdar í øðrum londum.

- Tað er áhugavert at vita, um summi biologiskt hava onkra verju, ella um summi eru meira móttakilig fyri koronu orsakað av ílegunum, sigur Noomi Gregersen.

Tilsamans 138 fólk hava verið við í kanningini, og tey vóru sjúk í fyrstu bylgju av koronu.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024