Góðan morgun Føroyar

Fyrst kemur tónleikurin
20-09-2022
Áðrenn vit skilja orð, skilja vit tónleik, vilja granskarar vera við, og samvera millum foreldur og børn saman við tónleiki er ómetaliga gevandi.

Katrin á Borg Johannesen er útbúgvin innan sang og tónleik, og fæst millum annað við vøggusang í kirkjum, har foreldur koma við pinkubørnum og syngja og spæla ein hálvan tíma hvørja viku.
 



- Mítt mál við vøggusanginum er at styrkja relatiónir millum barn og foreldur, umframt at stimulera sansirnar hjá barninum musikalskt.

Tónleikur er við til at menna børn á ymsan hátt, bæði innan mál og kensluregulering, sigur Holgar Johannesen, maður Katrina, og heitir víðari á foreldur um ikki bert at spæla einfaldan tónleik fyri børnunum, men at bjóða teimum tónleik úr alskyns genrum.

- Tvey tey fyrstu árini arbeiðir barnaheilin við fullari ferð fyri at tulka øll tey inntrykk, hann fær, og um tú tá bert syngur einfaldar barnasangir, so er tað eitt sindur sum at tosa babymál við barnið. Gert tú bara tað, lærir barnið at tosa babymál, men tosar tú eitt ríkt mál við barnið, so lærir barnið hetta, og fær eitt stórt málfeingi. Soleiðis er tað eisini við tónleikinum. Hoyrir barnið kompleksan klassiskan tónleik ella jazz til dømis, so skapar tað eitt meira samansett tóneikaunivers, tí har er meira at taka av.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024