- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Nógvir føroyingar dragast við slitgikt, og tú kanst veita tær sjálvum linna við at venja vøddarnar kring slitna liðin.
Men hvat er slitgikt? Niklas Reginsson, fysioterapeutur, sum er serfrøðingurin hesaferð, sigur soleiðis:
- Tað er ein kronisk degenerativ sjúka, har bróskið í liðunum støðugt brýtist niður. Tá mongdin av bróski byrjar at minka, so verður liðurin ávirkaður, og tað er tað vit kalla slitgikt.
Tey flestu okkara merkja liðirnar vikna við árunum, og sjálvt um slitgikt mest sæst hjá eldri fólki, eru fleiri ung, sum hava slitgikt.
At tú hevur fingið slitgikt merkir tó ikki neyðturviliga, at tú mást liva við pínu, tí tey flestu fá tað nógv betur av at venja regluliga og rætt.
- Tað er eitt sindur trupult at geva øllum, sum til dømis hava ilt í knænum, somu ráð, tí ein venjing, sum kann geva einum linna, kann geva einum øðrum pínu, so tað er ymiskt frá einum til annan persón, leggur Niklas afturat.