Góðan morgun Føroyar

Bókin um Jan Allan Müller verður neyvan tikin inn aftur
27-09-2022
Einasti møguleiki hjá Jan Allan Müller er at stevna fyri ærumeiðing. Tað heldur Jógvan Páll Lassen, advokatur

Í farnu viku gav Høgni Mohr út bókina, Saga JAM. Sjálvur lýsir rithøvundurin bókina sum eina æviskaldsøgu um Jan Allan Müller.

Men umrøddi høvuðspersónurin tekur staðiliga frástøðu frá hesi bók.

- Rithøvundurin hevur fleiri ferðir biðið um loyvi at útgeva bók um meg, men hesum havi eg fleiri ferðir avvíst seinastu seks - sjey árini, seinast fyri umleið tverimum árum síðani, sigur Jan Allan Müller.

Nógvar av lýsingunum í bókini um fólk í heimbygdini eru ikki míni orð, men rithøvundans. Eisini eru fleiri hendingar lýstar, sum eru søgur, ið eru fortaldar privat millum vinmenn.

Eg vil leggja afturat, at eg hevði nøkur góð barna- og ungdómsár við nógvum góðum og kærleiksfullum fólkum, ið vóru um meg, sigur Jan Allan Müller í tíðindaskrivi.

Eg dugi ikki at síggja, hvussu henda bókin kann steðgast nú, sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur.

Møguleikin hjá Jan Allani Müller er at stevna rithøvundan fyri ærumeiðing.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024