- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Kappróðrardómari í 44 ár
28-09-2022
- Eg eri ikki tolin, og tað er kanska ikki so heppið hjá einum startdómara, sigur Hallur Ellingsgaard, sum eftir 44 ár hevur dømt kappróður fyri seinastu ferð.
44 ár.
So leingi hevur Hallur Ellingsgaard verið dómari í kappróðri. Á jóansøku í ár dømdi hann fyri seinastu ferð.
Henda mánaðin er Hallur Ellingsgaard heiðraður av bæði Róðrarsambandinum og hevur fingið gullnál frá ÍSF fyri tað stóra sjálvbodna arbeiðið, sum hann ger sum kappróðrardómari.
Í morgunsendingini hyggur Hallur Ellingsgaard aftur á tey 44 árini, hann hevur verið virkin í kappróðri.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024