Góðan morgun Føroyar

10.000 fermetrar í einari 40 fót bingju
29-09-2022
Hvat gert tú, um tú vilt dyrka grønmeti, men ikki hevur jørðina til tað? Jú, tú keypir eina sergjørda bingju og fert undir væturøkt.

Magnus Fredrik Magnusson hevur dagliga gongd í tveimum bingjum, sum standa uppi yvir Kvívík. Uttanífrá síggja tær ikki út av nógvum, men komin inn í aðra teirra angar av basilikum og vøkstri.

- Hugskotið fekk eg av netinum. Eg sá eina lýsing fyri hesum bingjunum, og so gjørdi eg av at fara í gongd, sigur Magnus Fredrik.

Sum nú er, eru trettan ymisk sløg av grønmeti og urtum í einu bingjuni, og sjálvt um verkætlanin ikki hevur verið í gongd so leingi, so ber longu til at siga, hvat neyvan verður sáað aftur.

- Hetta slagið av koriander trívist als ikki her inni, tí tað tolir ikki eins nógv ljós og salathøvdini til dømis, so vit fara ikki at halda fram við tí.

Pláss er fyri eins nógvum grønmeti í einu bingjuni, sum tú brúkar skalt brúka 10.000 fermetrar av landbúnaðarjørð til, um tú velur at dyrka soleiðis.

Í hinari bingjuni er ætlanin at dyrka soppar, men tann bingjan skal gerast klár fyrst.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024