Góðan morgun Føroyar

Samskifti og aftur samskifti
05-10-2022
Tað tykist vera lyklaorðið, um tú vilt hava eitt parlag at rigga og at halda.

Tað snýr seg um at prioritera hvønn annan í gerandisdegnum, sigur Margret Mortensen, parterapeutur.

- Um makin kemur aftast í røðini, tá ið arbeiði, børn, frítíðarítriv og vinir hava fingið sítt, so er sjálvsagt ikki nógv tíð eftir til hin partin, tí vit hava ikki meira enn 24 tímar í samdøgrinum, sigur Margret.

Avbjóðingarnar í parlagnum kunnu vera nógvar, og ofta eru tær truplar at tosa um. Vit eru ymisk og reagera ymiskt, tá ið vit kenna okkum kritiserað, og um vit ikki vita, hvussu vit skulu tosa saman, soleiðis at báðir partar kenna seg hoyrdan og virdan, kann tað lættliga fara av sporinum.

- Tað fyrsta, sum skal henda fyri at fáa eitt parlag til at rigga aftur, er, at vit mugu innsíggja, at tann einasta tú kanst broyta, er teg sjálva. Vit kunnu ikki broyta partnaran, men ofta hendir ein broyting við hinum partinum allíkavæl, sum ein avleiðing av, at vit broyta okkara egna máta at samskifta, sigur Margret Mortensen, sum var serfrøðingur hesaferð.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024