Góðan morgun Føroyar

Málið er lykilin til samfelagið
12-10-2022
Dugir tú ikki málið í landinum, tú býrt í, verður tað trupult at gera sær dalt av teimum møguleikum, ið eru.

Føroyskt sum annað mál er ein útbúgving, sum nú ber til at taka í miðnámsskúlanum á Kambsdali. Byrjað verður um mánaðarskiftið, og til ber at søkja nú.

Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá tilflytarum í eystur- og norðurøkinum at sleppa at taka útbúgvingina nærri heiminum, tí til nú hava tey verið noydd at leita sær til høvuðsstaðin í skúla.

- Í økinum eru nærum túsund tilflytarar, so tú kanst ætla, at tørvurin hevur verið til staðar, sigur David Im frá útlendingastovuni, sum saman við Óla Wolles, útbúgvingarleiðara á Kambsdali, vitjaði morgunsendingina.

Tilflytarar, sum koma til Føroya, hava við sær í skjáttuni sera ymiskar førleikar, tí summi hava ongantíð gingið í skúla, og onnur hava lært eitt heilt annað stavrað í heimlandinum, so tey byrja á berum. Onnur hava bæði miðnám og hægri útbúgvingar, men kunnu ikki nýta hesar, tí tey ikki duga føroyskt. Tí er útbúgvingin deild upp í trý, soleiðis at okkurt er til øll.

- Vit hava ikki roynt hetta áður, men eru sera spent at byrja. Lærarar hjá okkum hava nomið sær eftirútbúgving, soleiðis at teir eru til reiðar at taka ímóti teimum, sum skulu læra føroyskt sum annaðmál.

Til ber at søkja umvegis heimasíðuna kambsdalur.fo
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024