- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Púra burtur í gomlum land- og sjókortum
13-10-2022
Í fleiri ár hevur Jan Hammer Egholm savnað gomul kort og aðrar lutir, ið hava samband við sjógvin
Tað hugtekur meg at síggja, hvussu gomlu kortini vórðu gjørd, sigur Jan Hammer Egholm.
Elsta kortið, hann hevur í savninum, er frá 1570.
Tað er einastandandi, at tey hava megnað at gjørt kortini so neyv við teimum amboðum, sum vóru tøk tá, leggur Jan aftrat.
Tórarinn á Rípuni, savnslærari á Tjóðsavninum, heldur eisini kortini vera áhugaverd.
Hann vísir á, at tað er eyðsæð á eitt nu elsta kortinum, at tey, ið hava teknað, ikki hava verið í Føroyum.
Tað er bygt á frásagnir og samansetingar av øðrum kortum.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, nýggjur sangur hjá Lenu Anderssen á føroyskum, feministisk økonomi og umsorgan, barnaundirhald í 25 ár.
04-10-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, dronur, miðlatøgn og uppaling, barnabók um ADHD
03-10-2024
Veðrið, hvat er ein fíggjarlóg?, norðurlendsk matmentan, serfrøðingur er venjarin
02-10-2024
Veðrið, matarskipan, Hvør býr her?, Hallur Joensen um Kris Kristofferson
01-10-2024
Beinir í Vild med dans, veðrið, Lucas Debes dagar á Kambsdali Føroya Landsorkestur, nýtt búmerki til oyggjaleikir 2027 og nýggjur sangur hjá Una Debess
27-09-2024
Veðrið, Blómuhúsið á Toftum, ársins herðaklapp í Sunda kommunu, kafé fyri krabbameinsrakt
24-09-2024