Góðan morgun Føroyar

Jógvan Fríðriksson biskupur í 15 ár
31-10-2022
- Vit hava fingið eina rúmligari kirkju hesi árini, sigur Jógvan Fríðriksson. Hann var valdur til biskup í føroysku fólkakirkjuni tann 31. oktober í 2007

Í dag eru júst 15 ár liðin, síðan Jógvan Fríðriksson var valdur til biskup í føroysku fólkakirkjuni.

Hetta hevur verið eitt hendingaríkt tíðarskeið, og kirkjan hevur flutt seg nógv, heldur bispur.

Til dømis kundi tað fyrr koma fyri, at bløðini vóru á tremur við lesarabrøvum frá prestum, sum gjørdu vart við sína misnøgd.

Í dag hevur kirkjan lært at viðgera sínar ósemjur innanhýsis.

Biskupurin er ovasti kirkjuligi myndugleikin í fólkakirkjuni. Hann er formaður í Føroya Stiftsstjórn. Hann hevur eftirlitið við prestunum og kirkjuráðunum í stiftinum.

Biskupurin gevur prestunum loyvisbræv at virka sum prestar, og eingin kann gerast prestur í fólkakirkjuni uttan loyvisbræv frá biskupi.

Hann er í ávísum førum eisini kærumyndugleiki; til dømis skulu kærur um kirkjuráðsval fyrst leggjast fyri biskupin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024