Góðan morgun Føroyar

Video: Tá ferðafólkaskipið Ritan sakk
02-11-2022
Ein gamal filmur, sum dokumenterar hendingina tá ið Ritan sakk, eftir at hon var ásigld av Ternuni uttan fyri molan í Havn, er komin undan kavi

Tað var ein ungur, Poul Michelsen, sum tá var í læru hjá Balslev, ið filmaði hendingina. 


- Eg helt ikki, at hesin filmurin var til longur, sigur Poul Michelsen. Upptøkan bleiv funnin í sambandi við, at nakrir gamlir spolar herfyri vóru talgildir.

 

Sakk inni í Havnini

Tað var í 17. februar í 1968, at ferðafólkaskipið Ritan sakk, eftir at hon var ásilgd av Ternuni uttan fyri molan í Havn. 

Ritan kom í flotan í 1949. Hon var bygd í Keypmannahavn og sigldi fyri tað mesta millum Sandoy, Nólsoy og Tórshavn.

 

Brúkt sum fiskiskip

Eftir hendingina var hon tikin upp og seld til Jan Bech á Skála. Hann umvældi hana til fiskiskip og gav henni navnið, Jónfríð. Seinni keypti Pálli Egilsnes í Vestmanna bátin og gav honum navnið Ritunøvan. Pálli fekk fiskiloyvi og trolaði á landleiðini í nøkur ár. Nakað seinni var skipið slitið, og Tjaldrið sleipaði Ritunøvuna eystur um Nólsoynna har hon var sokkin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, brot úr Føroya søgu, mjøður, smákøkur, Paradise Hotel
12-12-2024
Myndugleikarnir hava sett nýggj og strangari krøv til svimjilærarar í fólkaskúlunum
11-12-2024
Ílegumunur millum føroyingar og íslendingar, mannarættindi, neytøkutilbúgving og dómaraeygleiðari
10-12-2024
Haruveiða, veðrið, jólagávuinnkeyp uttan strongd, stuttsøgukapping
09-12-2024
Hoyr alla sendingina
06-12-2024
Brot úr Føroya søgu, veðrið, Prosjekt Brynja, Bezzerwizzer, Hetta heilaga evangeliið skrivar
05-12-2024
Veðrið, nýggjur jólasangur, rúsevnir í drykkir, djóralæknin
04-12-2024
Altjóða brekdagur, veðrið, fluor, hondbóltur, barnauppsparing
03-12-2024
Haruveiða, veðrið, Basel, Landsverk, fund í Hvalba
02-12-2024
Katrin á Borg, veðrið, Black Friday, Basel, Ovasavnið, Barnabati, kórið úr Kollafirði
29-11-2024
Veðrið, Fríðrikskirkjan 30 ár, samstarv við Russland, lívið sum nonbiner, familjuvinaligur desember
27-11-2024
Veðrið, harur, altjóða dagur móti harðskapi móti kvinnum, føroyskt listaverk til kong
25-11-2024