Góðan morgun Føroyar

Føroyingur í Pakistan: - Ógjørligt ikki at verða ávirkaður av støðuni
09-11-2022
Í Pakistan hevur monsunurin elvt til stóra vatnflóð í pørtum av landinum, nú regntíðin av álvara er byrjað.

COP27 veðurlagsstevnan er í Egyptlalandi í løtuni, og nógv er at umrøða.

Myndugleikar í Pakistan siga, at landið verður hart rakt av veðurlagsbroytingunum, sum, sambært teimum, er orsøkin til óvanliga vátu regntíðina, ið rekur fólk frá húsi og heimi, og leggur stór landbúnaðarøki í oyði.

Danmarks Radio hevur havt fólk í Pakistan at lýsa støðuna. Teirra millum telist Jan Arnskov, fotografur, sum júst er komin heim aftur til Danmarkar.

Tað er ringt at lýsa ræðuleikarnar í landinum, sigur hann. Vatnflóð, sjúkur, slangur og býir, sum eru lagdir í oyði.

Útlitini eru ómetaliga vánalig, nú veturin nærkast, ásannar Jan Arnskov.

DR-fólkini høvdu níggju alvápnað løgreglufólk í hølunum.

- Eg kendi meg ongantíð ótrýggan, sigur Jan Arnskov, sum tó viðgongur, at hann skuldi hugsað seg væl um, áðrenn hann tók av møguleikanum at fara til Pakistan.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024