Góðan morgun Føroyar

Føroyingar vita ov lítið um diabetis
14-11-2022
Í dag, 14 novembur, hevur ST ásett at vera Altjóða diabetisdag. Mett verður, at einir 3000 til 4000 føroyingar hava diabetis

Síðani 2007 hevur Altjóða diabetisdagur verið brúktur til at varpa ljós á diabetis, heilivág og viðgerð.

Í hesum sambandi vitja May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetisfelagnum, og Brynhild Thomsen, sum hevur diabetis 1, í útvarpsstovuni.

Brynhild Thomsen sigur, at tað er heilt øðrvísi at vera diabetikari í dag í mun til fyrr.

Nýggja tøknin ger. at tú støðugt fært viðkomandi upplýsingar og tøl. Men kortini fyllir sjúkan nógv. Hvønn dag skal Brynhild Thomsen taka støðu til alskyns viðurskifti, sum knýta seg at diabetis.

Báðar eru samdar um, at fólk framvegis vita ov lítið um sjúkuna. Enn kanst tú sum diabetikari fáa viðmerkingar frá fólki um eitt nú tað, ið lagt verður í innkeypskurvuna.

Í sambandi við Altjóða diabetesdagin verður tiltak á Hotel Hafnia í kvøld, mánakvøldið, klokkan 19..

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024