Góðan morgun Føroyar

E.fo til føroyskt kjak
15-11-2022
Ongar algoritmur, ið velja tað, tú sleppur at síggja, eingin eigur dáturnar, uttan tú sjálv, og málið, ið nýtt verður, er føroyskt.

Hesir eru millum fyrimunirnar, um tú velur at gera tær ein vanga á e.fo, ið er eitt føroyskt horn í stóra Mastodon netverkinum. Tað er Ólavur Ellefsen, ið stendur aftan fyri e.fo, sum er nýggjasti sosiali miðilin, sum føroyingar kunnu velja at vera á.
Nýtslan av Mastodon platforminum tók veruliga dyk á seg, tá Elon Musk keypti sosiala miðilin Twitter og lovaði stórar broytingar har.

Sigast kann, at Mastodon er ein mótrørsla móti tí, sum teir mest nýttu sosialu miðlarnir standa fyri. Her eru millum annað ongar lýsingar at hóma, og eingin vinnur pening við at standa fyri einum slíkum miðli. Hann er open source, ið merkir, at øll kunnu útvega sær forritini og gera sær sín egna sosiala miðil við Mastodon, so leingi tú hevur ein ambætara til høvið.

- Tað, tú postar á e.fo er tað sama, sum tú postar aðrastaðni, sum til dømis meiningar, hugskot ella kritikk, alt eftir, hvat tú hevur hug til at legga út. Eg haldi, at tað minnir eitt sindur um kjak.fo, sum fleiri okkara minnast aftur á við gleði. Tað er eitt meira opið forum, har tú sleppur undan lýsingum og algoritmum, og tú sleppur at síggja alt tað, tú hevur hug til.

Umframt, at tað er gjørligt at koma á e.fo á telduni, ber eisini til at brúka miðilin umvegis eina Mastodon app, og har eru fleiri at velja ímillum. Har eru almenna Mastodon appin, umframt Metatext og Toot.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024