Góðan morgun Føroyar

Klædnagávan hjálpir fíggjarliga sperdum familjum
16-11-2022
- Hetta snýr seg um at geva og vera ein góður næsti, sigur Marjun Nattestad Petersen, stigtakari til Klædnagávuna í Meinigheitshúsinum í Havn.

Troyggjur, buksur, fótbóltsgaggur, kavadraktir og vakrir kjólar.

Hetta er nakað av tí, sum er at finna í mongu eskjunum, sum standa frammi í kjallaranum í Meinigheitshúsinum í Havn.

Her hava tey tikið stig til at bjóða fíggjarliga sperdum fólkum at koma og fáa sær klæði, teimum tørvar.

Í ein góðan mánað hava tey havt opið í kjallaranum í Meinigheitshúsinum mánadagar millum klokkan 15.30 og 17.00.

- Enn hava ikki so nógv fólk verið og fingið sær klæðir, men eg hugsi, at møguliga er eisini onkur skomm tengd at hesum. Men tað ber jú eisini til at koma við klæðum og síðani býta um við eitt annað plagg, sigur Marjun Nattestad Petersen, sum er ein av stigtakarunum til Klædnagávuna.

Í morgunsendingini fortelur Marjun Nattestad Petersen um hugskotið.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, bjargingarvestur
11-03-2024
Veðrið, Susi & Jákup á Borg, kvinnur kyn og kynslív, ársins útvarpshitt
08-03-2024
Veðrið, økt ferðsla í Sandoynni, tónleikatiltak í Varpinum
07-03-2024
Chipmerkt djór, veðrið, sjóvinna, øðrvísi syskin, ársins útvarpshit top 10
06-03-2024
Millum tey mongu brøvini, sum komu undan kavi í London í farnu viku, eru nógv brøv skrivað av privatpersónum, og hesi eru meira forkunnug.
05-03-2024
Veðrið, komið øll við framsýning, kvinnan í kirkjuni, søgulig brøv, ljóðbøkur
05-03-2024
Bókasavnið í Skúlanum við Streymin skipar í hesum døgum fyri øðrvísi lesiátaki
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
04-03-2024
Hoyr alla sendingina
01-03-2024
Veðrið, skotár, fólksins rødd, bindiskeið
29-02-2024
- Børn og foreldur skulu ikki vera bestu vinir, og foreldur mugu tora at taka ópopulerar avgerðir, sigur Sára Gullfoss, heilsufrøðingur
29-02-2024
Tað liggur til føroyingar at tosa nógv um familju, slekt og slag, og tí kennir man seg eitt sindur øðrvísi, tá man ikki hevur hetta at tosa um.
28-02-2024