Góðan morgun Føroyar

Kann føroyski báturin førast úr aldudalinum?
17-11-2022
Tað er stóri spurningurin, ið verður settur til bátatiltak á Tjóðsavninum í kvøld.

Føroyska samfelagið hevur verið fyri stórum broytingum, síðani føroyski báturin var álitið, bæði til útróður og til flutning millum oyggjarnar. Vit kunnu staðfesta, at hóast føroyski báturin enn er í brúki, so hevur hann ikki megnað at kappast við glastrevja-bátarnar.

Men kann føroyski báturin førast úr aldudalinum?

Tað er stóri spurningurin, ið verður umrøddur á Tjóðsavninum í kvøld, har yvirskriftin er Føroyski báturin - bátasmíð, siðir og brúk.

 

Báturin komin á UNESCO listan

Í desember 2021 bleiv føroyski báturin, saman við øðrum norðurlendskum súðubygdum bátum, varð innskrivaður á UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini. Hevur henda altjóða viðurkenningin av føroyska bátinum týdning fyri varðveitingina av føroyska bátinum, og hvat kunnu tað almenna, feløg og einstaklingar gera?

 

Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður, greiddi frá tiltakinum í morgunsendingini í morgun

 

Tiltakið verður í kvøld kl. 19.30 á Tjóðsavninum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

 

Skráin fyri kvøldið

19.30 Vælkomin

Kristina Djurhuus Christiansen, savnsvørður á Tjóðsavninum

19.35 Tiltakið verður sett.

Armgarð Weihe, aðalskrivari í føroysku UNESCO-nevndini

19.45 Yrkið sum bátasmiður.
Hanus Jensen, bátasmiður á Roskilde Vikingeskibsmuseum

20.05 Siðaarvur á UNESCO listan, hvat inniber tað?

Tóta Árnadóttir, ph.d. lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

20.15 Steðgur

20.35 Trý dømi á brúk av bátinum

- Samson Højgaard: Ferðavinna
- Róðrarfelagið Knørrur: Frítíð
- Jógvan Henriksson: Undirvísing

20.55 At bjarga føroyska bátinum - hugburður og átøk

Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum

21.10 Samanumtøka og hugarok um verjutiltøk

21.30 Tiltakið endar

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024