Góðan morgun Føroyar

Sjúkan fyllir einki
17-11-2022
Harriet Høgnesen var í starvsvenjing á stovninum Dagmarsminde, har fólk við demens búgva, men demens er ikki tað, sum fokus er á í gerandisegnum.

- Hetta er ikki so nógv ein skipan, sum tað er eitt mind-set, sigur Harriet um hugsjónina, ið liggur aftan fyri gerandisdagin hjá búfólkunum á Dagmarsminde.

- Sjúkan skal ikki vera tað, sum er í fokus, tað er menniskjað, sum tað heila snýr seg um.

Meðan Harriet las til heilsuhjálpara á Heilsuskúlanum í Porkeri, fekk hon møguleikan at fara í praktikk, og valdi sær Dagmarsminde, har hon treivst sum blomman.

- Tey gera tað, sum eg ynski at gera. At vera um hesi gomlu og at virða tey, sum tey menniskju tey eru.

Tað er ikki altíð lætt at vita, hvussu tú skalt gera, tá tú ert í starvsvenjing, og á hesum bústovni eru ongar manualir og ongar uppskriftir, tá tað snýr seg um samveruna við búfólkið, tí tú skalt loysa uppgávurnar, sum tú heldur, at tær skulu loysast.

- Tað, sum riggar í dag, riggar kanska ikki í morgin, tí hesi fólkini hava so ymiskar dagar, at tað nyttar ikki at halda, at tað sama altíð er rætt.

Eitt er tó, sum altíð er tað sama, og tað er bygnaðurin á degnum. Tey gomlu fara tíðliga upp, og so hevur dagurin eina skrá, sum verður fylgd, og sum inniheldur bæði upplestur, tónleik og vitjan uttandura.

- Eg haldi so avgjørt, at vit her heima kunnu læra nakað av hesum, sigur Harriet, sum tó leggur dent á, at sumt av hesum er at finna í eldrarøktini í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024