Góðan morgun Føroyar

Valdskritiskur og gravandi journalistikkur
25-11-2022
Journalistiskt eftirlit hevur ongantíð verið meira týdningarmikið enn nú, heldur ábyrdarblaðstjórin á Frihedsbrevet.fo, Barbara Holm

Í næstu viku koma fyrstu søgurnar frá Frihedsbrevet.fo til teirra, ið hava keypt sær atgongd, og blaðstjórin sær so avgjørt ein tørv á valdskritiskum og gravandi journalistikki.

Føroyska Frihedsbrevet.fo og danska Frihedsbrevet.dk eru systirfeløg undir einum felags móðurfelag, sum millum annað hevur føroyskar íleggjarar.

Spurd um hesir føroysku íleggjararnir fara at hava ávirkan á tilfarið, ið verður framleitt, lovar blaðstjórin, at eingin skal hava ávirkan.

- Vit hava við vilja ikki søkt um miðlastuðul, tí vit ynskja ikki at vera bundin at valdshavarunum.

Vit fara heldur ikki at hava lýsingar, so at vit skulu hugsa um tað.

Harumframt hava íleggjarar skrivað undir upp á, at tey onga ávirkan hava á tær søgur, vit koma við, sigur Barbara Holm.

Tey trý á føroysku redaktiónini, Barbara Holm, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam, fara at skriva greinar og gera poddvarp.

Umframt hesi eru eisini avtalur gjørdar við fríyrkisfólk.

Barbara Holm ásannar, at gongst tað væl, kundi hon avgjørt hugsað sær, at redaktiónin bleiv størri.

Tað er mín vón, at fólk vilja gjalda fyri okkara journalistikk, sigur ábyrgdarblaðstjórin.

Tað er fyritreytin fyri, at Frihedsbrevet er lív lagað í Føroyum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024