- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Trupulleikin við keto er ofta, at tað eru rættiliga fá fólk, sum klára at halda seg til ta kostætlanina.
Soleiðis sigur Poula Patursson, sum er kliniskur dietistur.
Í gjár var Høgni Sloan Justesen, kostráðgevi, í morgunsendingini. Hann fortaldi, hvussu tað ber til at sleppa av við prediabetes og diabetes tvey við at eta eftir eini ketoætlan.
Útsagnirnar hjá Høgna Sloan Justesen hava fingið fleiri fólk at kjakast á netinum um hetta evnið. Summi eru samd við Høgna, meðan onnur eru ósamd.
Millum tey ósamdu eru Poula Patursson, kliniskur dietistur, og May-Britt Skoradal, forkvinna í Diabetesfelagnum.
- Gransking vísir, at tey kostráðini, sum verða givin fólki við prediabetes og diabetes 2, eru fullgóð og nøktandi, sigur May-Britt Skoradal, granskari og forkvinna í Diabetesfelagnum.
Í morgunsendingini tosa Poula og May-Britt um kost og diabetes.