- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Evnini á skránni í dag eru:
1. Tórshavnar kommuna hevur gjørt avtalu við eitt privat felag um at halda skil á í Steinatúni, soleiðis at ávirkað fólk verða flutt burtur higani. Hetta er fallið nógvum føroyingum fyri bróstið, sum halda tað vera synd og skomm at kveistra burtur tey, sum longu hava tað ringt. Men støðan er ikki so einføld sum hetta, ella er hon?
2. Nú stundar til løgtingsval. Hvat snýr hetta valið seg um? Er tað rætt, at flokkarnir seta prísvøksturin á breddan, og hvat hevur týdning, tá ið krossurin skal setast?
3. Julen varer længe, koster mange penge, verður sungið í einum donskum jólasangi, og hetta kennist ongantíð so satt sum júst nú, fráboðanir um enn hægri kostnaðarstøði í desember er fráboðað. Merkir hetta kanska, at tíðin er farin frá teimum materialistisku jólunum?