Góðan morgun Føroyar

Ógloymandi løtur uppi í luftini
05-12-2022
Tá krúnsprinsurin hevði eitt øskubikar fult av gummibamsum. Hetta er bert ein av nógvum upplivingum, sum Bergtóra Nielsen hevur havt tey 35 árini, hon hevur verið flogterna

Næstan 35 ár.

So leingi hevur 69 ára gamla Bergtóra Nielsen úr Klaksvík verið flogterna, og óteljandi ferðir hevur hon sagt "góðu ferðafólk, vælkomin heim" umborð á einum av flogførunum hjá Atlantic airways.

Men nú er tað farin tíð, tí í farnu viku hevði Bergtóra sín seinasta arbeiðsdag - og harvið hevur hon veittrað farvæl til starvið sum flogterna.

- Eg havi bara gott at bera teimum føroyingunum, sum hava verið ferðafólk. Sum heild eru føroyingar sera fittir, blíðir og tolnir, sigur Bergtóra Nielsen.

Í morgunsendingini fortelur Bergtóra Nielsen um tey næstan 35 árini, hon hevur arbeitt sum flogterna.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024