- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Hundaeigarar vita, at nýggjárið kann vera ein avbjóðing fyri djórini.
Brestirnir kunnu gera, at hundarnir blíva bangnir, og summir kunnu finna upp á at fara til stroks, fáa teir møguleikan.
Tað var júst tað, sum hendi nýggjársaftan hjá Rebekku Niclasdóttir og familjuni. Border Collie-hundurin, Max, fór til stroks.
Nýggjársaftan brúktu tey til at leita eftir hundinum, men uttan eydnu.
Ein eftirlýsing var løgd út á facebookbólkin: Djór mist/funnið.
Har reageraðu fólk alt fyri eitt, og ein stór leiting var sett í verk.
Dagin eftir, nýggjársdag, fingu tey loksins eini góð boð. Tveir menn, sum høvdu verið á Oyggjarvegnum og hugt at stjørnunum, høvdu fingið lokkað Max í bilin.
Tað er ringt at lýsa takksemi, sum vit føla, sigur Rebekka Niclasdóttir.
Hon leggur aftrat, at næstu ferð hon sær, at eitt djór verður eftirlýst, ætla tey at gera sítt til, at djórið verður funnið aftur.