Góðan morgun Føroyar

Eitt øðrvísi borðspæl
06-01-2023
Mong kenna borðspølini Ludo, Bezzerwisser og Orðálv, men hevur tú nakrantíð hoyrt um borðrolluspælið "Dungeons and Dragons"?

Jákup Joensen Eskildsen vitjaði okkum í morgun og prátaði um hetta spælið.

"Dungeons and Dragons", er eitt skapandi spæl, har tað eru ymiskar reglur fyri, hvussu ein spælir. 

Í spælinum verður ein ávís søga søgd, og tey, sum spæla við, hava ein leiklut, og so ber eisini til at berjast móti óndum skrímslum og drekum.

Tað vísir seg, at í Føroyum er hetta eitt væl dámt spæl, sum mong savnast um og spæla.

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024
Hanus Kjølbro, Óluva Klettskarð og Randi Kúrberg
25-03-2024
Veðrið, royking, kapping, Heldarstindur
22-03-2024
Stillavika, kokkakapping, brekumboð
21-03-2024
Veðrið, plantur til matna, móðurmálsdagur, serfrøðingurin
20-03-2024
Nick Carter, veðrið, føroyskt mál, Pippi í SALT, Siloa 100 ár
19-03-2024
Veðrið, samarittar og Sinnibati Ung
18-03-2024
Veðrið, kapping, heimsmeistari í inniróðri, ólavsøkukabarettin
15-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Hoyr alla sendingina
13-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024