- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Visit Faroe Islands er farið undir at orða nýggja ætlan fyri ferðavinnuna í Føroyum fram ímóti 2030. Og øll, sum hava eina meining um føroysku ferðavinnuna, eru vælkomin at bera hana fram.
Okkara mál er, at hetta er ein ætlan, sum er so væl kjølfest í ynskjunum hjá føroyska fólkinum sum til ber, og at so nógv sum møguligt kunnu hava eina ávirkan á, hvussu ferðavinnan mennist í Føroyum, sigur Guðrið Højgaard, stjóri a Visit Faroe Islands.
Hon ásannar tó, at tað kann blíva ein trupul uppgáva at finna felags niðurstøður, um nógvar ymsar meiningar verða sendar inn. Men hetta er avbjóðingin, sum skal loysast.
Ferðavinnan í Føroyum er ein nýggj vinna, og vit hava framvegis allar møguleikar at røkka málunum um eina vælskipaða og burðardygga vinnu, sum vit øll eru glað fyri.
Hetta er ein stór uppgáva, sum krevur samstarv, samskipan og ábyrgd av øllum pørtum; politisku skipanini, vinnuni, kommunum og
einstaka føroyinginum.
Sig tína hugsan á hesum leinki