- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Ófrívilligt barnloysi hjá monnum er eitt evni, sum sera lítið verður tosað um. Sum heild er evnið tabu, og tað upplivist eins hjá kvinnum og monnum, sum eru ófrívilliga barnleys, men tað er verri hjá monnum at tosa um tað, sigur Petur Háberg.
Hann hevur skrivað serritgerð í samfelagsvísindum um ófrívilligt barnloysi hjá monnum, og hon hevur heitið ?You lose the story about yourself? - a glimpse inside the lives of involuntary childless men in the Faroe Islands.
At vera ófrívilliga barnleysur er ein stór sorg og ein kreppa í lívinum, sigur Petur Háberg. Harafturat er føroyska samfelagið sera formað eftir børnum og barnafamiljum, so tað er eisini sera trupult sosialt at vera barnleysur í Føroyum.
Serritgerðin var um eitt slóðbrótandi evni, og tí helt Uddannelses- og forskningsministeriet í Danmark, at hon skuldi vinna í kappingini millum serritgerðir, sum eru skrivaðar í 2022.