Góðan morgun Føroyar

Framkomin tøkni kann vera avbjóðing hjá eldri bilførarum
24-01-2023
Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvørjari tøkni vit hava brúk fyri í bilinum, heldur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd

Í 2022 var triði hvør persónur, sum læt lív í ferðsluni í Norra, 65 ár ella eldri. Granskarar halda, at hetta kann vera eitt rák, ið fer at vinda upp á seg.

Torkel Bjørnskau, granskari á Transportøkonomisk Institut, vísir á, at fólk yvir 60 í Noregi eru vorðin munandi meiri múgvandi seinastu 10 árini.

Lutfalsliga eru nógv fleiri fólk eldri enn 65. Tað sæst aftur í ferðsluni. 

Hetta er ein virkin bólkur, sum av tí sama koyrir nógvar kilometrar.

- Reaktiónsevnini hjá eldri fólki eru ikki eins góð og hjá teimum ungu. Tað kemur eitt nú til sjóndar, tá eldri førarar snara inn á høvuðsveg. Viðhvørt brúkar eldri førarin ov langa tíð at koma inn á vegin, og tá kann tað vera ov seint.

Vánalig sjón kann eisini hava við sær, at eldri førarar rætt og slætt ikki síggja aðrar bilar, sigur Bjørnskau.

Hann ger eisini vart við, at tað er nógv, sum bendir á, at framkomna tøknin, við stórum skíggjum og nógvum knøttum, kann vera ein meinbogi hjá eldri førarum.

Tey brúka nógva tíð støðugt at flyta sítt uppmerksemi frá vegnum og til skíggjarnar.

Framkomnar skipanir, ið hava til endamáls at gera tað lættari at koyra, kunnu í summum førum ørkymla føraran.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024