Góðan morgun Føroyar

"Eg eri rørdur og glaður"
27-01-2023
12. januar fór 26 ára gamli Leo Lávik undir skurðviðgerð í Aalborg. Hetta var ikki ein og hvør skurðviðgerð, men ein, sum hann hevur bíðað leingi eftir.

Tað var ein rørandi løta, tá ið Leo vaknaði á Universitetssjúkrahúsinum í Hobro. Skurðviðgerðin eitur: “masektomi” við mannagongdini ‘key-hole’, sum á ófakligum máli merkir, at hann tók bringuna burtur í sambandi við, at hann er tvørkyndur.

- Eg bara græt, tá ið eg vaknaði.

Hann hevur altíð verið vísur í, at hann gjarna vildi undir skurð.

- Eg fekk skurðviðgerðina fyri mína egnu skyld.

Hetta er ikki tann einasta viðgerðin, sum hann hevur fingið. Tí hann hevur tikið testosteron í fýra og eitt hálvt ár, sum er tað mansliga kynshormonið. Hetta gevur honum skegg og ta djúpu røddina. 

Hann sigur sjálvur, at honum dámdi einki at hava bringu. So í dag er hann glaður fyri, at hann fór undir skurð.

 

 

 

 

 


 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024