- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Fyri nøkrum mánaðum síðani fekk Elisabet Vang tittulin sum professionellur atletur, sum merkir, at hon kappast í professionellu deildini innan fyri bikini fitness.
Fyri stuttum skifti hon eisini venjara og bleiv partur av Team Elite Physique. Nú er hon í Las Vegas og leggur dent á menning og at byggja vøddarnar hjá sær so nógv upp sum møguligt í átta vikur.
Tað merkir, at hon venur tvær ferðir um dagin seks dagar um vikuna og etur eftir strangari kostætlan. Hon etur vanliga eftir strangari kostætlan og venur hart alt árið, men hesar átta vikurnar kannar hon síni ytstu mørk og venur harðari enn vanligt.
Elisabet Vang er sera glað fyri møguleikan, sum hon hevur fingið at venja í Las Vegas saman við venjara sínum, og hon hevur sett sær stór mál í 2023.