Góðan morgun Føroyar

Felagssangur hevur serstøðu í Føroyum
10-02-2023
At felagssangur verður brúktur í so nógvum ymiskum sambondum er ikki vanligt at síggja í øðrum vesturlendskum londum, sigur Knút Háberg Eysturstein

Rák og móti ávirka og flyta tónleikasmakk, men felagssangur tykist liva sítt egna lív í so máta. Fyri tað nógva eru tað teir somu sangirnir, ið ganga aftur, og hugurin at syngja saman er framvegis stórur í Føroyum.

Knút Háberg Eysturstein er PhD lesandi í tónleikaútbúgving á Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya.

Hóast felagssangur er ein livandi partur av okkara mentan, er eingin vissa fyri, at hann altíð fer at vera tað. Tí mugu vit tryggja, at hann støðugt verður dagførdur, soleiðis at øll, eisini minnilutabólkar, kenna seg aftur í honum, heldur Knút Hárg Eysturstein.

Hann vísir á, at tey, ið velja sangir til sanghefti, eiga at hugsa seg um. Til dømis kundi verið skilagott onkuntíð at roynt nýggjari tilfar heldur enn teir gomlu travararnar,, ið altíð eru.

Hevur tú hug at syngja felagssang, er møguleiki til tað sunnukvøldið klokkan 19, tá Løkshøll verður karmur um eina løtu við fjølbroyttum, felagssangi.

Sangúrvalið verður frá tí siðbundna til nýggjari sangir.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024