- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
FarGen dyrgir eftir mannfólki, eysturoyingum og fólki yvir 70 ár.
Fyri hálvum ári síðani fór FarGen 2 av álvara av bakkastokki - og okkurt um 1100 føroyingar hava latið seg kannað higartil.
FarGen 2 snýr seg, eins og FarGen 1 gjørdi, um at menna ein pall til gransking í føroyskum genomum ella ílegum.
Tað vil siga at savna lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fáa kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð.
FarGen savnar lívfrøðiligt tilfar frá føroyingum og fær kanningar í lag, sum kunnu menna møguleikarnar fyri sjúkufyribyrging og -viðgerð.
FarGen 2 hevur trý ítøkilig mál:
1) At kanna fýra sjúkur við høgum títtleika í Føroyum: Diabetes, blóðtrýst, tarmbrunasjúku og ávísar giktarsjúkur.
2) At menna føroyska tilvísingargenomið, sum vísir miðal ílegusamansetingina hjá føroyingum.
3) At kanna hvussu tætt skyldir føroyingar eru í dag og fáa kunnleika um søguna hjá føroysku populatiónini.
Málið er at fáa 3.500 føroyingar við. Ynskiligt er at fáa umboðan av kyni, aldri og landafrøði, sum samsvarar lutfalsliga við føroyska fólkið.
Og nú eru starvsfólkini á FarGen farin at dyrgja eftir mannfólki, eyturoyingum og fólki yvir 70 ár, tí hesi ikki eru nóg væl umboðað.